Alt um Covid-19
Øll tíðindi
Gevast við at hópkanna fyri koronu.Gevast við at hópkanna fyri koronu

Nú allar koronuavmarkingar fara úr gildi, steðgar Sjúkrahúsverkið við at hópkanna fyri koronu. Í dag er seinasti dagur, tú kanst bíleggja tíð til koronukanning á koronu.fo.

Tað eru sløk tvey ár síðani at fyrsta koronukanningin varð gjørd í Sjúkrahúsverkinum. Hendan fyrsta kanningin varð greinað á Statens Serums Institutt í Danmark, men skjótt varð borið at, og síðani hava allar kanningar í Føroyum verið greinaðar av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og Thetis.

Sjúkrahúsverkið hevur havt fleiri kanningarstøðir kring landið. Umframt høvuðsstøðirnar í Tórshavn, Klaksvík og á Tvøroyri, hava kanningarstøðir eisini verið á Sandi, Vestmanna, Vágum, Oyrabakka og Nólsoy. Støkk-upp kanningar hava verið í Runavík, og koronukanningar vóru á útoyggj, um tað mundið koronusmittan tók seg upp.

Sjúkrahúsverkið hevur gjørt stívliga 500.000 kanningar tilsamans hesi tvey árini, sum svarar til, at hvør føroyingur í miðal hevur kannað seg 10 ferðir. Januar 2022 gjørdist metmánaður, tá næstan 90.000 kanningar vórðu gjørdar.
28-02-2022 13.47
 
Koronukanningarstøðin flytur í Øravíkarlíð.Koronukanningarstøðin flytur í Øravíkarlíð
Frá ónsdegnum 15. desembur verða koronukanningarnar fluttar úr skúlanum í Trongisvági til bygningin í Øravíkarlíð, har Rúsdrekkasølan og bilvaskið eru.
13-12-2021 17.36
 
Hevur tú ørindi á sjúkrahúsinum, eru hesi atlit at taka:.Hevur tú ørindi á sjúkrahúsinum, eru hesi atlit at taka:
Øll, sum koma á sjúkrahúsið, skulu vera í masku fyri nøs og munn, og kunna vísa á koronupass, tvs. koppseting ella negativa koronatest ikki eldri enn 72 tímar.

Kannað verður ikki við dyrnar, men starvsfólk kunnu gott biðja teg um at vísa koronupass.

Um tú ætlar at vitja ein sjúkling, er í løtuni neyðugt at gera avtalu við deildina frammanundan. Ring 34 33 00 og bið um deildina, har sjúklingurin er innlagdur.

Sjúklingar, sum koma á sjúkrahúsið til viðgerð, venjing ella annað fleiri ferðir um vikuna, skulu lata seg kanna fyri COVID-19 eina ferð um vikuna, og annars vera varin úti í samfelagnum.

Mint verður á at halda tilmælini um frástøðu og reinføri.
Sí neyvari útgreining av, hvat eitt koronapass er her:
Koronapass
17-11-2021 15.04
 
Koppseting 17. og 22. novembur 2021.Koppseting 17. og 22. novembur 2021
Ónsdagin 17. og mánadagin 22. novembur koppseta vit kl. 15-17.

Báðar dagarnar verður koppsett soleiðis:
Kl. 15-16 – tíð skal bíleggjast á corona.fo
Kl. 16-17 – støkk inn.

Øll, ið eru 12 ár og eldri, eru vælkomin at blíva koppsett.

Tað skulu vera í minsta lagi 21 dagar millum fyrsta og annað prikið.

Millum annað og triðja prikið skulu tað í minsta lagi vera gingnir seks og ein hálvur mánaður.

Minst til at hava gula koppsetingarkortið við.
11-11-2021 09.18
 
Vitjandi mugu avtala tíð frammanundan..Vitjandi mugu avtala tíð frammanundan.
Vísandi til smittustøðuna í landinum í løtuni, er nú neyðugt at gera avtalu við deildina frammanundan, um tú ætlar at vitja ein sjúkling.
Hetta kann gerast við at ringja á seingjadeildina á sjúkrahúsinum tlf 34 33 00.
24-10-2021 13.20
 
Vitjan á sjúkrahúsinum.Vitjan á sjúkrahúsinum
Fyri at verja innlagdar sjúklingar, hevur Sjúkrahúsverkið áhaldandi tillagað umstøðurnar innanhýsis í mun til smittuvandan í samfelagnum.
Nú smittutalið er minkað, ber aftur til at vitja á sjúkrahúsinum uttan serlig fyrilit.

Tó er framvegis galdandi, at um vitjandi hava verið uttanlands, skulu tey hava negativa kanning, áðrenn vitjað verður.

Vitjanartíðir á sjúkrahúsinum eru millum kl. 15.00-16.00 og kl. 19.00-20.00.
03-08-2021 14.15
 
Send skjalið